Roknskapur

NUMO veitir ráðgeving viðvíkjandi roknskapi, bókhaldi og fíggjarstýring. Vit hava altíð dagførda vitan innan lóggávu o.t. á hesum øki.

Roknskapurin er eitt týðandi amboð hjá leiðsluni í dagligu stýringini av felagnum, tí roknskapartølini vísa fíggjarligu gongdina og hvar felagið er statt.

NUMO kann hjálpa við at seta roknskapin upp. Vit kunna eisini hjálpa við til at greina tølini, soleiðis at leiðslan hevur eitt meira upplýst grundarlag at taka støðu útfrá.

NUMO kann hjálpa tær at greiða viðurskiftini hjá virkinum yvir fyri myndugleikunum. NUMO hevur skipanir til innlating av talgiltum roknskaparupplýsingum og øðrum upplýsingum til TAKS og Skráseting Føroya. 

Okkara tænastur umfata m.a.

  • At seta upp ársroknskapir
  • At seta upp tíðarskeiðsroknskapir
  • At greina roknskapartøl
  • At lata inn roknskapir til TAKS og Skráseting Føroya (talgilt - PDF og XBRL)
  • At gera fíggjarætlan
  • At gera leypandi uppfylgingar og samanberingar av staðfestum tølum í mun til fíggjarætlan
  • Aðrar viðkomandi tænastur


Lýkur tín ársfrásøgn ársroknskaparlógina ella IFRS ? Verður lógin ella IFRS tulkað rætt á torførum økjum ? Hesar – og nógvar aðrar spurningar um bæði ársroknskaparlógina og IFRS – eru vit hjá NUMO altíð til reiðar at hjálpa tær og tínum virki við, líka mikið støddina á tínum virki.