Privatlívspolitikkur
NUMO hevur dátaábyrgd av upplýsingunum, sum vit savna um teg, og vit tryggja, at tínir persónsupplýsingar verða viðgjørdir sambært reglugerðini.
Vit taka tína dátuvernd í álvara, og hava tí samtykt hendan privatlívspolitikk, sum sigur tær, hvussu vit handfara tínar persónsupplýsingar.
Kontaktupplýsingar
Um tú ynskir at venda tær til okkum viðvíkjandi okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum, kanst tú gera tað fylgjandi:
NUMO, góðkent grannskoðanarvirki Sp/f
Smyrilsvegur 20
100 Tórshavn
ella
Teldupostadressu: numo@numo.fo ella
ella
telefonnummar 201313.
Viðgerð av persónsdata
Persónsupplýsingar eru allir upplýsingar, sum á ein ella annan hátt kunnu vísa til tín. Um so er, at tú ikki ynskir, at vit viðgera hesar upplýsingar, kann tað gerast trupult at varðveita og halda møguligar avtalur.
Møguligir kundar
Um tú ynskir at verða kundi hjá okkum, er neyðugt, at vit fáa fylgjandi persóns-upplýsingar um teg:
- Navn
- Adressu
- Teldupostadressu
- Telefonnummar
Persónsupplýsingar um kundar verða savnaðir til fylgjandi endamál:
- Møguligt framtíðar samstarv ella keyp
- Fyrisiting av tínum sambandi við okkum
Hesir upplýsingar samlast grundað á fylgjandi lógarheimild:
- Heimildaða áhugamálið hjá felagnum, sum er ger tað neyðugt, at viðgera hesar persónsupplýsingar, og felagið tryggjar, at heimildaðu áhugamálini ikki ganga fram um rættindini hjá skrásetta.
Upplýsingarnir verða goymdir so leingi, sum tað eftir reglunum er loyvt, og vit sletta teir, tá ið vit ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av hvørjir upplýsingarnir eru, og hví teir verða goymdir. Vanliga verða upplýsingar viðvíkjandi kundum slettaðir, eftir at avtalan er endað, ella tá ið mett verður, at samskiftið ikki er viðkomandi longur.
Upplýsingar um møguligar kundar strikast 2 ár eftir at seinasta samskiftið var, ella um kundin biður um tað.
Kundar
Um tú ynskir at gerast kundi hjá okkum, er neyðugt, at vit fáa fylgjandi persónsupplýsingar frá tær:
- Navn á leiðslu hjá fyritøkuni. Fyri feløg er tað stjórn og nevnd
- Adressa hjá leiðslu av fyritøkuni
- Teldupostadressa hjá leiðslu av fyritøkuni
- Telefonnummar hjá leiðslu av fyritøkuni
- P-tal hjá leiðslu av fyritøkuni (orsakað av hvítvaskinarreglum)
- Avrit av passi hjá leiðslu av fyritøkuni (orsakað av hvítvaskinarreglum)
- Avrit av upplýsingum frá TAKS sum skjalprógvar p-tal og bústað (orsakað av hvítvaskinarreglum)
Persónsupplýsingar um kundar verða samlaðir til fylgjandi endamál:
- Viðgerð av tínum keypi og okkara veitan
- Fyrisiting av tínum sambandi til okkum
- At halda reglurnar sambært lóg um hvítvasking
Hesir upplýsingar samlast grundað á fylgjandi lógarheimild:
- Orsakað av hvítvaskinarreglum - Viðgerðin verður gjørd grundað á at ”halda rættarliga skyldu”, (Hvítvaskingarlóggávan)
- Heimildaða áhugamálið hjá felagnum, sum er ger tað neyðugt at viðgera hesar persónsupplýsingar, og felagið tryggjar, at heimildaðu áhugamálini ikki ganga fram um rættindini hjá skrásetta.
Upplýsingarnir verða goymdir so leingi, sum tað sambært reglugerðini er loyvi, og vit sletta teir, tá vit ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av, hvørjir upplýsingar eru og hví teir verða goymdir. Vanliga verða upplýsingar viðvíkjandi kundum strikaðir, eftir at avtalan er endað, ella tá ið mett verður, at samskiftið ikki er viðkomandi longur.
Upplýsingar um kundar strikast 10 ár eftir at kundasamstarvið og samskiftið endaði.
Veitarar og samstarvsfelagar
Um tú ynskir at verða veitari ella samstarvsfelagi hjá okkum, verða fylgjandi upplýsingar goymdar í okkara bókhaldsskipan:
- Navn, adressa og teldupostadressa hjá veitara
- Kontunummar í peniningastovni
Heimildaða áhugamálið hjá felagnum, sum ger tað neyðugt at viðgera hesar persónsupplýsingar, er grundað á at ”halda rættarliga skyldu”.
Starvsumsóknir/umsøkjarar
Tá ið vit móttaka eina starvsumsókn og fylgiskjøl, verða øll skjølini lisin av tí ávísa leiðaranum við tí endamáli, at svara og meta um innihaldið í sambandi við eitt ávíst arbeiði. Okkara lógarheimild til viðgerðina av umsóknini er ”heimildaðu áhugamál”.
Umsókn og fylgiskjøl verða deild víðari innanhýsis til persónar, sum eru í setanarbólkinum, og verða ikki víðarigivin til onnur uttanfyri fyritøkuna.
Persónupplýsingarnir, sum koma fram í setanartilgongdini, verða viðgjørdir við fylgjandi grundarlagi: heimilað áhugamál. Tað eru áhugamálini hjá bæði felagnum og tí skrásetta, at persónupplýsingarnir verða viðgjørdir í samband, við setanartilgongdina.
Umsóknir og fylgiskjøl verða goymd, til rætti umsøkjari er funnin, og setanartilgondin er endað. Eftir hetta verða umsókn og fylgiskjøl slettað.
Tá ið talan er um óbidnar umsóknir, verða umsókn og fylgiskjøl goymd í mestalagi 6 mánaðir, fyri síðani at verða slettað.
Aðrir upplýsingar um viðgerð -Trygd
Vit hava skipað hóskandi tøknilig og fyriskipanarlig tiltøk ímóti, at tínir upplýsingar av tilvild ella ólóliga verða slettaðir, almannakungjørdir, burturblivnir, minkað í virði ella at nakar óviðkomandi fær hendur á teimum, verða misbúktir ella á ein ella annan hátt verða viðgjørdir í stríð við lógina. Dátuábyrgdarin tryggjar, at viðgerðin bert kann fara fram, tá ið allar dátutrygdarreglar verða fylgdar sambært Dátuverndarlóginia § 7.
Dataminimering
Vit savna, viðgera og goyma bert persónsdata, sum eru neyðug í sambandi við at uppfylla okkara ásettu endamál. Harafturat kann tað verða lógargivið, hvat slag av data, er neyðugt at innheinta og goyma í sambandi við okkara handilsvirksemi. Tey ymisku økini av persónsdata, sum vit viðgera, verða fastsett av tørvinum at uppfylla eina avtalu ella eina aðra rættarliga skyldu.
Dagført data
Okkara tænasta er treytað av, at tykkara data er rætt og dagført, og vit biðja tykkum upplýsa okkum um týðandi broytingar í tínum data. Tit kunnu nýta kontaktupplýsingarnar omanfyri, at siga okkum frá, um broytingar á hesum øki, so skipa vit fyri, at dagføra tíni persónsdata. Um vit sjálvi leggja merki til, at data ikki er rætt, dagføra vit upplýsingarnar og geva tær boð um hetta.
Tíni rættindi
Tú hevur til eina og hvørja tíð rætt til, at fáa upplýst hvat dáta vit viðgera um teg, hvar tað kemur frá, og hvat vit brúka tey til. Tú kanst eisini fáa upplýst, hvussu leingi vit goyma tíni persónsdáta, og fáa at vita, hvør fær dáta um teg, í tann mun vit víðarigeva dáta í Føroyum og uttanlands.
Um tú biðjur um tað, kunnu vit upplýsa/geva tær dáta, sum vit viðgera um teg. Heimild kann tó verða avmarkað, um privatlívið hjá øðrum skal verjast, handilsloyndarmál og ólikamlig rættindi.
Um tú heldur, at persónsdáta, sum vit viðgera um teg, er skeivt, hevur tú rætt til at fáa tey rættaði. Tú skalt venda tær til okkum og upplýsa okkum um, hvar feilurin er, og hvussu tað kann rættast. Vit heita á teg, at verða neyv/ur um tínar umbidnu rættingar, ella kann tað gerast trupult hjá okkum, og tað kann í ávísum førum føra til, at vit ikki kunnu eftirlíka tínum rættingum.
Í summum førum, hava vit skyldu at sletta títt persónsdáta. Tað geldur t.d., um tú tekur eitt møguligt samtykki aftur. Um tú heldur, at tíni dáta ikki longur eru neyðug í samband við tað endamál, sum vit heintaðu tað til, so kanst tú biðja um at fáa tað slettað.Tú kanst eisini seta teg í samband við okkum, um tú heldur, at tíni persónsdáta verða viðgjørd ímóti lógini ella øðrum rætsligum avtalum.
Tú hevur rætt til at senda eina klagu til dátueftirlitið (www.dat.fo)
Dátueftirlitið
Tinganes
Postboks 300
FO-110 Tórshavn
Tlf.: (+298) 309100
Teldupostur: dat@dat.fo
Tú hevur rætt at nokta okkara viðgerð av tínum persónsdáta. Tú kanst brúka okkara upplýsingar her ovast til at senda tína klagu. Um tín klaga er heimildað, syrgja vit fyri at steðga viðgerðini av tínum persónsdáta.
Tú hevur møguleika at gera brúk av dátaportabilitet, um so er at tú ynskir at tínir upplýsingar verða fluttir til ein annan dátaábyrgdara ella dátaviðgera.
Vit strika títt persónsdáta, tá tey ikki longur eru neyðug til endamálið, sum tey vóru savnað til.
Tá ið tú vendir tær til okkum við eini áheitan um at rætta ella sletta tíni persónsdáta, kanna vit, um tú lýkur treytirnar, og so gera vit broytingarnar ella sletta dátaið so skjótt sum gjørligt.
Tú kanst brúka tíni rættindi við at venda tær til okkum. Okkara upplýsingar sært tú undir kontaktupplýsingarnar omanfyri.