Grannskoðan merkir, at tað verður framt eftirlit við teimum upplýsingum, sum eru grundarlagið undir einum ársroknskapi.
Inngangurin til grannskoðanina er ein nágreiniligur kunnleiki til ta fyritøku, sum verður grannskoðað. Hetta fevnir millum annað um tað virkisøki, sum fyritøkan arbeiðir í, umframt tær roknskaparligu ásetingar, sum eru galdandi. Hetta er í flestu førum ársroknskaparlógin.
Í sambandi við grannskoðanina verður mett um mannagongdir og innanhýsis eftirlit hjá fyritøkuni, herundir eisini KT-skipanir.
Grundað á hendan kunnleikan eyðmerkja vit vandan fyri, at ársroknskapurin kann innihalda týðandi feilir ella manglar.
Gjørd verður ein meting av týdningi og vanda tá slag og vavi av grannskoðanini verður fyrireikað. Við hesum verður áherðslan løgd á økir har vandin fyri týðandi feilum er størstur.
Grannskoðanarætlanin verður gjørd á tann hátt, at vit, við støði í eyðmerktum vandum, kunnu fáa høga vissu fyri, at ársroknskapurin ikki inniheldur týðandi feilir og manglar.
Við eini samanseting av grannskoðanarhandlingum fremja vit eftirlit við økjum sum eru týðandi og hava váða sum t.d. fysist eftirlit, kanningar, metingar umframt uttanhýsis váttanir.
Vit gjøgnumganga ársroknskapin fyri at meta um, hvørt samanhangur er ímillum ársroknskapin og okkara kunnleika til fyritøkuna og viðurskifti, sum vit eru komin eftir í samandi við grannskoðanina.
Í sambandi við at grannskoðanin endar gera vit frágreiðing til leiðsluna um grannskoðanina, og hvat vit eru komin fram á í sambandi við grannskoðanina. Hetta verður gjørt í grannskoðanarprotokollini.
Grannskoðanin verður endað við at vit gera eina grannskoðanarváttan á ársroknskapin, har vit gera niðurstøðu um, hvørt vit meta at ársroknskapurin gevur eina rættvísandi mynd av gongdini í árinum umframt fíggjarligu støðuni við ársenda.