Grannskoðan

NUMO veitir tænastur innan grannskoðan á altjóða støði. Vit eru alment álitisumboð, tá ið vit grannskoða ein ársroknskap. Ein roknskapur við eini grannskoðanarátekning hevur eitt trúvirði í almenninginum.

Umframt grannskoðanina leggja vit okkum eftir at skapa virði fyri leiðsluna. Vit vilja tí geva leiðsluni okkara tilmæli um møguligar betringar, sum kann vera við til at lætta um og bøta um dagligu arbeiðsgongdina.

NUMO veitir tænastur innan grannskoðan á øllum økjum. Okkara tænastur umfata eisini aðrar tænastur so sum :

  • Viðkað gjøgnumgongd
  • Gjøgnumgongd (review)
  • Metingar um samsvar við lóggávu o.t.
  • Aðrar viðkomandi tænastur

Umframt at vit grannskoða roknskapir hjá partafeløgum og smápartafeløgum, grannskoða vit eisini kommunur, grunnar og stovnar v.m. 

Grannskoðan er meira enn tøl. Tað snýr seg um at prógva síni úrslit, loysa egnar avbjóðingar og skapa eitt gott grundarlag fyri framtíðina. Við innlitinum hjá NUMO í rygginum ert tú til reiðar at taka avgerðir – líka mikið hvat framtíðin bjóðar.