Bókhald

Eitt tað týdningarmiklasta fyri góða fíggjarstýring í einum virki, er at bókhald felagsins er dagført, og at góðskan á bókhaldsarbeiðnum er á so høgum støði sum gjørligt.

Bókhaldsdeildin hjá NUMO er mannað við 1. flokks bókhaldarum, sum hava drúgvar royndir innan bókhalds- og roknskaparøkið. Bókhaldarar felagsins luttaka regluliga á viðkomandi skeiðum, og tryggjar hetta, at vitanin innan bókhalds- og avgjaldsøkið altíð er dagført.

Bókhaldsdeildin hjá NUMO tekur sær m.a. av :

  • Leypandi bókhaldshjálp fyri vinnulig virkir og persónar
  • MVG uppgerðir
  • Skuldara- og ognararøkt
  • Lønarumsiting v.m.

Á bókhaldsdeildini hjá NUMO nýta vit m.a. framkomnu bókhaldsskipanina Dynamics NAV, og ger hetta tað møguligt at skipa alt bókhaldið, soleiðis at allar skrásetingar og skjøl eru í skíggjunum. Hetta merkir, at øll skjøl verða goymd elektroniskt í skipanini, og sleppur kundin sostatt undan at goyma pappírsskjølini, eftir at hesi eru lisin inn í skipanina. Eisini fæst ein app til skipanina, soleiðis at kundin lætt kann innlesa skjøl og gera sølufakturar v.m.

Eisini veita vit 1. flokks bókhaldshjálp innan aðrar bókhaldsskipanir, sum eru kendar á bókhaldsøkinum.

Saman við kundanum leggja vit eina ætlan fyri hvussu bókhaldið skal skipast, og hvørjar bókhaldstænastur kundin hevur tørv á, fyri at bókhaldið skal verða so fullfíggjað sum møguligt.