Eitt review er vanliga ein gjøgnumgongd av einum tíðaravmarkaðum roknskapi, t.d. hálvársroknskapi, sum verður framt av tí grannskoðara sum er valdur grannskoðari fyri fyritøkuna.
Review er ein gjøgnumgongd av roknskapinum grundað á analysur av roknskapinum, umframt fyrispurningar til leiðsluna í fyritøkuni.
Inngangurin til review er ein yvirskipaður kunnleiki til fyritøkuna. Hetta fevnir millum annað um tað virkisøki, sum fyritøkan arbeiðir í, umframt tær roknskaparligu ásetingar, sum eru galdandi. Hetta er í flestu førum ársroknskaparlógin.
Við review fáa vit eina avmarkaða vissu fyri, at roknskapurin ikki inniheldur feilir ella manglar. Vit leggja okkara arbeiði til rættis eftir at fáa eina avmarkaða vissu.
Inngangurin til review er fyrispurningar til leiðslu og lyklastarvsfólk. Hereftir verður okkara arbeiði framt við eini samanseting av fyrispurnngum og greiningum.
Vit gjøgnumganga roknskapin fyri at meta um, hvørt samanhangur er ímillum roknskapin og okkara kunnleika til fyritøkuna.
Review verður endað við at vit gera eina grannskoðanarváttan á ársroknskapin, har vit gera niðurstøðu um, at viðurskifti ikki eru komin til okkara kunnleika, sum gevur orsøk til at halda, at roknskapurin samanumtikið ikki er gjødur í tráð við tær roknskaparligu ásetingar, sum eru galdandi.