Um Sp/f NUMO, góðkent grannskoðanarvirki
Um nýggjársleitið 2013 vóru eigararnir í Numero og A&M samdir um at leggja saman. Í hesum sambandi broytti A&M navn til Sp/f NUMO, løggilt grannskoðanarvirki, og seinni góðkent grannskoðanarvirki. NUMO er stytting av latínska orðinum numero, ið merkir "at telja ". Síðani er felagið vaksið nógv, og telist í dag millum 3 tey størstu grannskoðanarvirkini í Føroyum. Í 2018 gjørdist Súni Schwartz Jacobsen, statsaut. revisor, partaeigari og stjóri í felagnum.
NUMO er mannað við starvsfólki, sum hava drúgva starvstíð hjá løggildum grannskoðanarvirkjum í Føroyum og Danmark.
NUMO veitir grannskoðanar-, ráðgevingar-, roknskapar- og bókhaldstænastur v.m. til feløg, persónar, einstaklingavirkir og onnur.
Málið hjá NUMO er at veita trygga og dygga grannskoðan og ráðgeving. NUMO vil vera kent fyri at gera tað rætta.
NUMO leggur seg eftir at vera mannað við starvsfólki, ið hava hægstu ástøðiligu útbúgvingina og røttu førleikarnar.
NUMO hevur kjarnuvirðini trygd og dygd, og verður arbeiðið útint við tí neyvleika og skjótleika, sum arbeiðið loyvir.
Okkara kundar kunnu býtast upp í:
- SV - Stór virkir
- MSV - Miðalstór virkir
- SMV - Smærri virkir
- Persónar, einstaklingavirkir og onnur
- Kommunur, almenn feløg og grunnar
Sp/f NUMO,
góðkent grannskoðanarvirki