Ráðgeving 

Sum grannskoðarar hava vit hollan kunnleika til viðurskifti hjá okkara kundum og til vinnulívið annars.

Vit veita ráðgeving innan stovnan og tillaging av fyritøkum, organisatión, strategiska planlegging, vakstrarstrategi og fígging eins og skatt, roknskap og fíggjarstýring.

Vit veita harumframt ráðgeving innan fiskivinnuna og generelt innan vinnulig viðurskiftir.

Skattur, mvg og avgjøld
Skattaplanlegging og skattafráboðanir eru vorðin meira umfatandi og fløkjaslig fyri virkir. Samstundis sum hetta hevur alt størri týdning fyri fíggjarstøðuna og umdømið hjá virkinum. Skattalóggávan verður javnan broytt, og setur hetta trýst á føroysku fyritøkurnar.

NUMO bjóðar loysnir, sum taka støði í tínum skattligu avbjóðingum og skapa virði á botnlinjuni, og soleiðis at hesar stuðla tínum málum fyri fyritøkuna.

Roknskaparhjálp og hjálp til fíggjarstýring
Vit kunnu hjálpa tær við at fáa rætta innihaldið í rapporteringina, so at tú kanst savna teg um at menna fyritøkuna. Vit kunnu hjálpa tær við at betra rutinurnar í fíggjarstýringini. Vit kunnu eisini vera við til at betra góðskuna av rapporteringini sum avgerðargrundarlag.

Rakstrarætlanir
Tann afturvendandi uppgávan at leggja rakstrarætlanir er ein tilgongd, sum krevur fokus á planlegging, útinnan og uppfylging. At fáa neyvt innlit í virksemi, kapitalviðurskifti og gjaldføri krevur miðvíst arbeiði. Vit kunnu ráðgeva tær í sambandi við at gera rakstrarætlanir.

Fiskivinna
Viðurskifti innan fiskivinnuna, sum kunna metast at vera av grundleggjandi týdningi fyri vinnuna og samfelagið sum heild. Frammi í kjakinum eru spurningar so sum:

  • Um fiskivinnan er búskaparliga, umhvørvisliga og lívfrøðiliga burðardygg.
  • Um fiskivinnan hevur góðar og stabilar karmar.
  • Um mest møguligt av virðisskapanini liggur eftir í Føroyum.
  • Um søla og marknaðarføring er á føroyskum hondum.
  • Um tað er frítt hjá kapitali og arbeiðsmegi at flyta yvir í mest produktiva partin av fiskivinnuni.
  • Um kvotur og fiskidagar eru frítt umsetilig.
  • Um sterkur brúksrættur er knýttur at fiskidøgum og kvotum.
  • Um avmarkingar eru um virking umborð ella á landi.
  • Um bæði tað almenna og vinnan reka granskingarvirksemi innan økið.
  • Um allur fiskur í útgangsstøði verður virkaður umborð á føroyskum skipum ella á føroyskum virkjum.
  • Um tað almenna og vinnan samstarva um at tryggja góðskuna á feskum fiski landaður í Føroyum.
  • Um fiskivinnan fær stuðul ella ikki, og møgulig gjøld á fiskivinnuna eru effektivitetsfremjandi og ikki kappingaravlagandi, hvørki í Føroyum ella í mun til onnur lond.


NUMO hevur serligan førleika at veita ráðgeving innan fiskivinnuna.