Roknskaparhjálp fevnir um hjálp til at seta roknskapin upp.
Inngangurin til roknskaparhjálpina er ein yvirskipaður kunnleiki til fyritøkuna, sum roknskaparhjálpin verður veitt til. Hetta fevnir millum annað um tað virkisøki, sum fyritøkan arbeiðir í, umframt tær roknskaparligu ásetingar, sum eru galdandi. Hetta er í flestu førum ársroknskaparlógin.
Tá vit fremja roknskaparhjálp verður ikki gjørd ein eftirmeting av teimum upplýsingum, sum eru grundarlagið undir roknskapinum. Vit gera tó eina professionellu meting av roknskapinum og fáa til vega aðrar upplýsingar, um so er at vit í sambandi við roknskaparhjálpina verða varug við, at roknskapurin hevur í sær feilir ella manglar.
Vit gjøgnumganga roknskapin fyri at meta um, hvørt samanhangur er ímillum roknskapin og okkara kunnleika til fyritøkuna.
Roknskaparhjálpin verður endað við at vit gera eina váttan á roknskapin, har vit greiða frá okkara arbeiði.
Í sambandi við roknskaparhjalp gera vit tó ikki eina niðurstøðu um, hvørt vit meta at ársroknskapurin gevur eina rættvísandi mynd av gongdini í árinum umframt fíggjarligu støðuni við ársenda.