Víðkað gjøgnumgongd er ein tænasta, sum liggur millum at gjøgnumganga (Review) og grannskoða ein ársroknskap.
Orsøkin til henda møguleika er, at tað var ynskiligt, at grannskoðanarskyldan hjá smærri fyritøkum varð gjørd einfaldari soleiðis, at tær kunnu velja at lata grannskoðanina verða framda eftir einum váttanarstandardi, sum í størri mun er tillagað tørvinum hjá smærri fyritøkum og teirra roknskaparbrúkarum.
Ásetingarnar um, hvat grannskoðarin skal kanna sambært altjóða grannskoðanar-standardum (ISA) eru í fleiri førum ov víttfevnandi tá talan er um smærri fyritøkur. Tí kunnu fyritøkur í roknskaparflokki B í ársroknskaparlógini grein 7 velja ímillum grannskoðan og víðkaða gjøgnumgongd sambært ISA og einum serligum váttanarstandardi, sum er betri egnaður fyri smærri fyritøkur. Hesin standardur er viðheftur sum Skjal 1 til Grannskoðaraváttanarkunngerðina og verður róptur “Váttanarstandardur fyri smærri virkir“.
Váttanarstandardurin um víðkaða gjøgnumgongd skal tryggja, at tey viðurskifti, sum eru viðkomandi í smærri fyritøkum, verða eftirkannað, men at tað slepst undan eftirkanningum, sum ikki eru neyðugar í hesum fyritøkunum.
Víðkað gjøgnumgongd er í stuttum ein gjøgnumgongd av ársroknskapinum sambært ISA-standarum, umframt
- at innheintað verða váttanir frá peningastovnum um millumverandi v.m.,
- tingbóksútskriftir viðvíkjandi pantsetingum o.l.,
- advokatbrøv viðvíkjandi møguligum rættarmálum og
- váttanir fyri innlating av upplýsingum til TAKS um lønarútgjaldingar og meirvirðisgjald v.m.
Í mun til grannskoðan fremur grannskoðarin í útgangsstøðinum ikki:
- Eftirkannan av goymsluuppteljingum
- Eftirkannan av roknskapartølum og roknskaparupplýsingum til undirliggjandi skjalprógv
- Rapportering til leiðsluna í grannskoðanarprotokoll.
Fyri at kunna velja víðkaða gjøgnumgongd skal fyritøkan ikki fara upp um tvær av niðanfyri nevndu trimum ásetingum í tvey fylgjandi roknskaparár:
- Ein fíggjarjavna upp á 12 mió. kr.,
- eina nettosølu upp á 24 mió. kr., og
- miðaltal gjøgnum roknskaparárið av heiltíðarsettum starvsfólkum upp á 15.
Víðkað gjøgnumgongd er ikki grannskoðan, tí hon gevur ikki somu vissu fyri upplýsingarnar í ársroknskapinum. Víðkað gjøgnumgongd gevur tað vit rópa eina avmarkaða vissu. Hon kann tó vera eitt alternativ til grannskoðan fyri tær fyritøkur, sum ikki hava tørv á høgari vissu, sum grannskoðan gevur.
Avgerðin um nýtslu av váttanarstandardinum kann einans verða tikin á vanliga ársaðalfundinum. Avgerðin krevur ikki viðtøkubroyting og skal ikki verða upplýst í ársroknskapinum. Hinvegin skal avgerðin framganga av aðalfundarbókini.
Í grannskoðanarátekningini verður tilskilað, at talan er um víðkaða gjøgnumgongd og ikki grannskoðan.
Rætta valið fyri tykkara fyritøku velst millum annað um, hvussu kompleks fyritøkan er, eigarasamansetingin, leiðslan, tann fíggjarliga støðan umframt tørvin hjá teimum interessentum, sum fyritøkan hevur, t.d. fíggjarstovnar, veitarar, kundar, starvsfólk og almennir myndugleikar.