Tær smærru fyritøkurnar kunnu velja grannskoðan frá um fyritøkan ikki fer upp um tvær av niðanfyri nevndu trimum ásetingum í tvey fylgjandi roknskaparár:

  1. Ein fíggjarjavna upp á 1 mió. kr.,
  2. eina nettosølu upp á 2 mió. kr., og
  3. miðaltal gjøgnum roknskaparárið av heiltíðarsettum starvsfólkum upp á 12.

Hendan ásetingin er tó ikki galdandi um so er, at fyritøkan eigur týðandi kapitalpartar í øðrum fyritøkum og hevur týðandi ávirkan á rakstrarligu ella fíggjarligu leiðsluna í einum ella fleiri av hesum fyritøkunum, sí grein 135 stk. 4 í ársroknskaparlógini.