Kom og lær hjá NUMO

4 mai 2026

Kom við á NUMO liðið – og lær nakað, sum veruliga gevur meining!

NUMO leitar eftir einum hugagóðum næmingi, sum ynskir at læra um, hvussu føroyska vinnulívið, búskapur og samfelag virkar – í verki og ikki bara á pappírinum. Hjá NUMO fært tú eina spennandi starvsleið innan grannskoðan, ráðgeving og løgfrøði innan vinnufelagsrætt.

Hvat fært tú?

✔ Veruligt arbeiði frá fyrsta degi
✔ Løn undir lestri
✔ Møguleika at lesa HD og seinni cand.merc.aud.
✔ Eina útbúgving, sum kann føra til at tú gerst statsautoriseraður/løggildur grannskoðari
✔ Kunnleika til grannskoðan, bókhald, roknskap, skatt, felagslógir og ráðgeving
✔ Felagsskap við dugnaligum og fittum starvsfólki

Hvør ert tú?

Tú ert ein, sum:

Hevur tikið, ella ert í ferð við at taka students-, HF- ella HH-prógv
Hevur áhuga fyri búskapi og samfelagi
Hevur vilja at læra og arbeiða
Dámar at skilja samanhangir og seta spurningar
Er til reiðar at brúka høvdið og taka ábyrgd

Um NUMO

Vit eru eitt føroyskt grannskoðara- og ráðgevingarfelag, stovnað í 2012.
Vit hjálpa virkjum og feløgum við:

Grannskoðan og roknskapi
Skatti og bókhaldi
Keypi, sølu og umskipan
Ráðgeving innan felagslóg
 
Vit eru staðsett í Tórshavn, Klaksvík og Vági, og tú verður knýtt/ur at skrivstovuni í Havn. Tú kanst vænta at skula arbeiða eitt sindur á hinum deildunum eisini.

 

Hvussu og nær?

Lærutíðin byrjar 1. oktober 2026 ella eftir nærri avtalu.
Starvið verður sett áðrenn summarfrítíðina
Umsóknarfreist: 20. mai 2026
 

Hvat gert tú nú?

Send eina stutta og greiða umsókn við prógvi til:

numo@numo.fo

 

Spurningar?

Slá uppá tráðin til Bjarna Arnason á 551300

Slá uppá tráðin til Gert Drangastein á 551350

 

Allir fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Aftur