Dánjal Godtfred liðugur við cand.merc.aud.-útbúgvingina

26 mai 2025

Vit í NUMO fegnast um, at Dánjal nú hevur lokið cand.merc.aud.-útbúgvingina frá Copenhagen Business School (CBS). Hann hevur verið lærlingur hjá okkum, og vit eru sera fegin um, at hann heldur fram sum partur av okkara toymi – nú sum útbúgvin grannskoðari.


Dánjal hevur víst stórt hegni, ábyrgdarkenslu og fakligan áhuga. Við hansara góða íkasti og dygdargóðu førleikum styrkist NUMO enn meira sum eitt virki við framtíðini fyri framman.


NUMO er eitt fakliga sterkt felag, har meginparturin av starvsfólkunum hevur víðkaða útbúgving á hægsta stigi, og fleiri eru á leiðini at taka grannskoðaraútbúgvingina cand.merc.aud. Okkara styrki byggir eisini á eitt dugnaligt og roynt bókhaldstoymi, sum við síni praktisku vitan og nærlagni tryggjar dygd og álit í dagligu tænastuni.

Aftur