NUMO lagt fram samanbering av virkisgrundarlagnum fyri alivinnuna og fiskivinnuna

14 aug 2019

Á fundi í skúlanum á Skúlatrø í Klaksvík týskvøldið 13. august 2019 legði Símun Absalonsen frá NUMO fram eina samanbering av virkisgrundarlagnum fyri ali- og fiskivinnuna.

Lýsingin tók støði í teimum viðurskiftum í vinnuni, sum ávirka stabilitet, brúksrætt, umsetiligheit, gjøgnumskygni og lønsemi.

Samanumtikið ein sera stórur munur millum karmarnar hjá báðum vinnunum, sum standa fyri hvør síni knappari helvt av føroyska vøruútflutninginum.

Tað tykist, sum tað er ein greiður munur á ali- og fiskivinnuni, hvussu farið er tilverka at skapa karmar fyri hesar báðar vinnurnar. Tíðliga er farið undir at orða ein politikk fyri alivinnuna, sum kann gerast grundarlag fyri lógum, reglum og skipanum á økinum, meðan hetta ikki í sama mun er galdandi fyri fiskivinnuna. 

Nevnast kann, at alilóggávan frá 2009 er broytt tvær ferðir, meðan fiskivinnulóggávan, sum er frá desember 2017, er broytt 5 ferðir.

Alivinnan útflutti fyri 3.347 mió. kr. og fiskivinnan 4.140 mió. kr. í 2018.

Tað arbeiddu 1.018 fólk í alivinnuni í 2018. Í fiskivinnuni á sjógvi var talið 1.418 og í fiskivinnuni á landi vóru 1.412.

Lønarútgjaldingarnar í alivinnuni vóru 359 mió. kr. í 2018, meðan tær í fiskivinnuni á landi vóru 393 mió. kr. í og í fiskivinnuni á sjógvi 1.020 mió. kr.

Stórur munur á íløgum í ali- og fiskivinnuni.

Frá 2016 til 2020 hevur alivinnan framt og ætlar at gera íløgur fyri tilsamans 4 milliardir krónur og hevur stórar íløguætlanir komandi árini.

Fiskivinnan hinvegin hevur framt íløgur fyri góðar 800 mió. kr. í sama tíðarskeiðinum 2016 til 2018, og tykist ikki at hava ætlanir um íløgur, sum er. 

Hetta kann tulkast sum ein greið ábending um, at stórur munur er millum karmarnar, sum ali- og fiskivinnan virka undir.

Framløgan frá fundinum kann síggjast her.

Aftur