Greining – línuskip

6 sep 2013

Sp/f NUMO, góðkent grannskoðanarvirki hevur aftur í ár greinað fiskiflotan. Greiningin fevnir - við fáum undantøkum – um skipini yvir 110 tons (línuskip) ella hava maskinorku yvir 400 HK (trolarar v.m.) samsvarandi flokkingina í lógini um vinnuligan fiskiskap. 

At støðan er hættislig hjá nógvum av línuskipunum hevur leingi verið alment kent. Undanfarnu greiningarnar gjørdar av roknskapunum hjá skipunum í bólkinum undir einum vísa, at hall hevur eyðmerkt hesa vinnuna seinastu nógvu árini, samstundis sum flotin alsamt er minkaður. Hóast flestu línuskipini hava íslandskvotu, so sýnist ongin greiður samanhangur at vera millum úrslit og íslandskvotuna, tó at tað er kunnugt, at hesar kvotur vanliga geva eitt munandi íkast til raksturin. Tað er greitt, at okkurt munagott skal til fyri at betra um karmarnar hjá hesum skipabólki.

Bjarni Arnason, grannskoðari, sum í nógv ár hevur gjørt greiningar av úrslitunum hjá ymsu skipabólkunum, staðfestur, at støðan hjá línuskipum og heimaflotanum sum heild er stak vánalig.

Viðheft er ein greining av línuflotanum fyri tíðarskeiðið frá 2008 til 2012. Eisini er viðheftur ein grafur, sum vísir, hvussu gjaldførið frá rakstrinum (EBITDA) hevur broytt seg, frá fiskidagaskipanin kom í gildi í 1996 og fram til 2012. EBITDA er úrslit áðrenn rentur, avskrivingar og skatt. Í grafinum sæst eisini, hvussu veðskuld + bankaskuld hevur broytt seg frá 1996 til 2012. EBITDA er tað gjaldførið, ið kemur frá rakstrinum til at rinda rentur og avdráttir. Í 2012 sæst, at einki gjaldføri kemur frá rakstrinum til at gjalda rentur og avdráttir við. Tó skal nevnast, at tað eru nøkur línuskip, sum hava positivt gjaldføri frá rakstrinum.

Sí viðheftu greining.

Aftur