Greining – lemmatrolarar

13 sep 2013

Sp/f NUMO, góðkent grannskoðanarvirki hevur aftur í ár greinað fiskiflotan. Greiningin fevnir - við fáum undantøkum – um skipini yvir 110 tons (línuskip) ella hava maskinorku yvir 400 HK (trolarar v.m.) samsvarandi flokkingina í lógini um vinnuligan fiskiskap. 

At støðan er álvarsom hjá nógvum lemmatrolarum hevur verið galdandi leingi. Lemmatrolararnir hava í fimm ár uppí slag í miðal havt undirskot. Veiðan pr. skip og miðalprísur hava ligið á nøkurlunda sama støði í 2009, 2010 og 2012. Í 2008 var veiðan pr. skip munandi lægri enn hini árini, meðan veiðan pr. skip í 2011 lá munandi hægri, men har miðalprísurin var nógv lægri enn hini árini. Vend má koma í, skal hesum partinum av flotanum vera lív lagað.

Trolararnir hava síðani 2010 verið undir fiskidagaskipanini á innaru og ytru leiðunum og sleppa harumframt at fiska uppá felags makrelkvotu. Tað má okkurt munandi til fyri at betra um karmarnar hjá hesum skipabólki.

Bjarni Arnason, grannskoðari, sum í nógv ár hevur gjørt greiningar av úrslitunum hjá ymsu skipabólkunum, staðfestur, at støðan hjá lemmatrolarum og heimaflotanum sum heild er stak vánalig.

Viðheft er ein greining av lemmatrolarunum fyri tíðarskeiðið frá 2008 til 2012. Eisini er viðheftur ein grafur, sum vísir, hvussu gjaldførið frá rakstrinum (EBITDA) hevur broytt seg, frá fiskidagaskipanin kom í gildi í 1996 og fram til 2012. EBITDA er úrslit áðrenn rentur, avskrivingar og skatt. Í grafinum sæst eisini, hvussu veðskuld + bankaskuld hevur broytt seg frá 1996 til 2012. EBITDA er tað gjaldførið, ið kemur frá rakstrinum til at rinda rentur og avdráttir. Í 2008 og 2009 sæst, at einki gjaldføri kemur frá rakstrinum til at gjalda rentur og avdráttir við. Tó skal nevnast, at tað eru nakrir lemmatrolarar, sum hava positivt gjaldføri frá rakstrinum.
Frá 1996 til 2012 er veðskuld + bankaskuld pr skip meir enn tvífaldað, meðan EBITDA er minkað niður í nærum einki. Hetta er ein støða, sum ikki er haldbar í longdini.

Sí viðheftu greining.

Aftur