Greining – rækjutrolarar

23 sep 2013

Sp/f NUMO, góðkent grannskoðanarvirki hevur aftur í ár greinað fiskiflotan.

Rækjuskipini hava í nógv ár havt ein tungan rakstur, men hevur gongdin seinastu árini tó gingið rætta vegin. Í 2010 var eitt lítið yvirskot, meðan úrslitini fyri 2011 og 2012 vóru munandi betur. Støðan hjá rækjutrolarunum er batnað, men at reiðaríini framvegis hava tørv á at konsolidera seg.

Viðheft er ein greining av rækjutrolararunum fyri tíðarskeiðið frá 2008 til 2012. Eisini er viðheftur ein grafur, sum vísir, hvussu gjaldførið frá rakstrinum (EBITDA) hevur broytt seg, frá 1996 og fram til 2012. EBITDA er úrslit áðrenn rentur, avskrivingar og skatt. Í grafinum sæst eisini, hvussu veðskuld + bankaskuld hevur broytt seg frá 1996 til 2012. EBITDA er tað gjaldførið, ið kemur frá rakstrinum til at rinda rentur og avdráttir. Í 2003 og 2005 sæst, at einki gjaldføri kemur frá rakstrinum til at gjalda rentur og avdráttir við.

Sí viðheftu greining.

Aftur