Greining av fiskiflotanum
Sp/f NUMO, góðkent grannskoðanarvirki hevur greinað fiskiflotan omanfyri 110 tons og 400 HK.
Partar av flotanum høvdu góð úrslit í 2012 og eru væl fyri fíggjarliga, meðan aðrir partar av flotanum mugu fáa betraðar karmar, skulu nógv av skipunum kunna halda fram við fiskiskapinum, hetta hevur verið støðan í fleiri ár á rað nú.
Tað slepst ikki undan sveiggjum í veiðu og prísum, tí er framvegis neyðugt, at nógv tann størsti parturin av flotanum konsoliderar seg meira.
Tølini benda á – sum vera man – at tað er týdningarmikið at ansa verður eftir at halda stovnarnar á einum burðardyggum støði, men harumframt eisini at skipini hava stórt ræði á sínum fiskirættindum, og at hesi rættindini eru soleiðis háttaði, at skipini kunnu leggja sín fiskiskap tilrættis, sum hóvar teimum best. Herundir eisini frítt at kunna keypa og selja fiskirættindi, fyri at hesi kunnu passa til veiðikapacitetin.
Verður hugt at samlaða úrslitinum fyri allan veiðiflotan, so hevur verið avlop í trý ár á rað, og hevði tí verið møguligt at skipa karmarnar soleiðis, at eisini teir einstøku skipabólkarnir kláraðu seg. Trýst her fyri at heinta greiningina.