Mjólkabóndur
13 mar 2014
NUMO hevur gjørt greining av almennu roknskapunumm fyri árini 2008-2012 hjá mjólkabóndum, ið lata mjólk til MBM, og sum møguligt hevur verið at fingið fatur á.
Greiningin er ætlað at geva mjólkabóndunum, lánistovnum og myndugleikum høvi til sjálvi at gera sínar niðurstøður ella geva høvi til víðari útgreiningar fyri at hava eitt búskaparligt grundarlag, tá avgerðir verða tiknar.
Greiningin vísir í høvuðsheitum:
- Í miðal hava ársúrslitini verið positiv øll árini frá 2008 til 2012 - tó undantikið 2009.
- Inntøkurnar eru smáar og marginirnar smalar.
- Hetta er ein vinna, har stórur partur av fyritøkunum ikki eru førar fyri at gjalda eina rímuliga løn.
- Nakrir einstakir av mjólkabóndunum hava tó klárað at hildið úrslitið javnt gott í tíðarskeiðnum 2008 til 2012.
- Tøl benda á eina nógv vaksna útreiðslu til fóður, og kann ein loysn vera velting upp úr nýggjum av meira stráfóðri.
- Bert trý fjós lúka framtíðarkrøvini til djóravælferð.
- Mælt verður til at umhugsa at avtaka mjólkakvotuskipanina og kanna, hvørt onnur skipan enn mjólkakvotur kundi elvt til framhaldandi strukturtilpassing í vinnuni.
- Ábendingar eru um, at 2013 fer at roynast frægari enn 2012.