NUMO fiskivinnunýskipan
12 mai 2014
Grundað á innsavnan av roknskapartølum fyri føroyska veiðiflotan síðan 1996 og viðgerð av teimum, sammetingar við viðurskiftini í øðrum londum – serliga Ísland – og búskaparligar teoriir umframt royndirnar við endurskipanini av alivinnuni hevur ráðgevingarparturin hjá Numo gjørt uppskot til eina fiskivinnunýskipan.
Grundleggjandi meginreglurnar fyri fiskivinnunýskipanina eru:
- Stabilitetur
- Sterkur brúksrættur
- Mest møgulig virðisøking og menning í Føroyum
- Stovnsrøkt
- Umhvørvisatlit
Millum tilráðingarnar eru:
- Kvotur skulu vera frítt umsetiligar.
- Sterkur brúksrættur knýttur at kvotum.
- Allur fiskur virkast á føroyskum skipum og virkjum.
- Allir eigararnir av føroyskum fiskiførum skulu vera heimahoyrandi í Føroyum.
- At skipa soleiðis fyri at skipini kunnu útvega sær veiðimøguleikar alla staðir, har føroyskir myndugleikar hava ræði á
- fiskirættindum – eitt opið føroyskt hav.
- Fiskivinnan og tað almenna í felag leggja fiskivinnugransking tilrættis.
- Loyvisgjald verður lagt soleiðis tilrættis, attað fremur effektivitet,
- goldið verður so hvørt – eitt samtíðarloyvisgjald, tað loyvir kapitaldannilsi í vinnuni
- tað tekur hædd fyri, at fiskivinnan er merkt av stórum sveiggjum
- tað loyvir vinnuni at fremja endur- og nýíløgur,
- tað økir køkuna og ikki minkar hana.
- At bera skjótt at.