Greining – Línuskip

10 nov 2016

Ráðgevaraparturin hjá Sp/f NUMO, góðkent grannskoðanarvirki, hevur aftur í ár greinað fiskiflotan. Greiningin fevnir - við fáum undantøkum – um skipini yvir 110 tons (línuskip) ella hava maskinorku yvir 400 HK (trolarar v.m.) samsvarandi flokkingini í lógini um vinnuligan fiskiskap.

Viðheft er ein greining av línuflotanum fyri tíðarskeiðið frá 2010 til 2014 saman við einum grafi, sum vísir, hvussu gjaldførið frá rakstrinum (EBITDA) hevur broytt seg, frá fiskidagaskipanin kom í gildi í 1996 og fram til 2014. EBITDA er úrslit áðrenn rentur, avskrivingar og skatt. Í grafinum sæst eisini, hvussu veðskuld + bankaskuld hevur broytt seg frá 1996 til 2014. EBITDA er tað gjaldførið, ið kemur frá rakstrinum til at rinda rentur og avdráttir. Í 2014 sæst, at avmarkað gjaldføri kemur frá rakstrinum til at gjalda rentur og avdráttir við. Tó skal nevnast, at tað eru nøkur línuskip, sum hava rímiligt gjaldføri frá rakstrinum.

Línuskipini hava árini 2010 til 2013 í meðal havt undirskot, meðan úrslitið í 2014 batnaði munandi og gjørdist positivt. Orsøkin til bøtta úrslitið í 2014 er serliga fíggjarinntøkur hjá onkrum skipum og generelt hægri miðalprísur. Fíggjarinntøkurnar stava frá, at onkur línuskip hava fingið eftirgivið skuld.

Tað er stór spjaðing í úrslitunum í 2014, og okkurt av línuskipunum kláraðu seg hampuliga væl. Fyrstu 9 mánaðirnir í 2015 hevur avreiðingarvirðið roynst heldur frægari enn sama tíðarskeið í 2014.

Línuskipini eru undir fiskidagaskipanini, og flestu hava íslandskvotu umframt møguleika at fiska við Flemish Cap og Grønland.

Hesin parturin av flotanum hevur nógv fólk í arbeiði, og er eisini grundarlag fyri týðandi vinnu á landi, og hevur potentiali fyri at landa fisk av serliga høgari góðsku.

Eitt opið føroyskt hav kundi verið við til at ment hendan partin av flotanum, skilt á tann hátt, at møguligt kundi verið at útvega sær veiðiloyvir, ið hóska til hendan fiskiskapin, á øllum teimum økjum, har landið hevur ræði á fiskirættindum. Hetta hevði eisini – sum víst á omanfyri – havt stóran týdning fyri víðari virkingina av fiski á landi.

Sí viðheftu greining av línuskipunum omanfyri 110 tons.

Aftur