Kom og lær hjá NUMO

24 apr 2025

Kom við á NUMO liðið – og lær nakað, sum veruliga gevur meining!

NUMO leitar eftir einum hugagóðum næmingi, sum ynskir at læra um, hvussu føroyska vinnulívið, búskapur og samfelag virkar – í verki og ikki bara á pappírinum. Hjá NUMO fært tú eina spennandi starvsleið innan grannskoðan, ráðgeving og løgfrøði innan vinnufelagsrætt.

Hvat fært tú?

✔ Veruligt arbeiði frá fyrsta degi
✔ Løn undir lestri
✔ Møguleika at lesa HD og seinni cand.merc.aud.
✔ Eina útbúgving, sum kann føra til at tú gerst statsautoriseraður/løggildur grannskoðari
✔ Kunnleika til grannskoðan, bókhald, roknskap, skatt, felagslógir og ráðgeving
✔ Felagsskap við dugnaligum og fittum starvsfólki

Hvør ert tú?

Tú ert ein, sum:

  • Hevur tikið, ella ert í ferð við at taka students-, HF- ella HH-prógv
  • Hevur áhuga fyri búskapi og samfelagi
  • Hevur vilja at læra og arbeiða
  • Dámar at skilja samanhangir og seta spurningar
  • Er til reiðar at brúka høvdið og taka ábyrgd


Um NUMO

Vit eru eitt føroyskt grannskoðara- og ráðgevingarfelag, stovnað í 2012.
Vit hjálpa virkjum og feløgum við:

  • Grannskoðan og roknskapi
  • Skatti og bókhaldi
  • Keypi, sølu og umskipan
  • Og ikki minst ráðgeving innan felagslóg og løgfrøði
     

Vit eru staðsett í Tórshavn, Klaksvík og Vági, og tú verður knýtt/ur at skrivstovuni í Havn. Tú kanst vænta at skula arbeiða eitt sindur á hinum deildunum eisini.

 

Hvussu og nær?

Lærutíðin byrjar 1. oktober 2025 ella eftir nærri avtalu.
Starvið verður sett áðrenn summarfrítíðina
Umsóknarfreist: 5. mai 2025
 

Hvat gert tú nú?

Send eina stutta og greiða umsókn við prógvi til:

numo@numo.fo

 

Spurningar?

Slá uppá tráðin til Bjarna Arnason á 551300

Slá uppá tráðin til Gert Drangastein á 551350

 

Allir fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Aftur