Køkshjálp til NUMO

19 jan 2023

NUMO tørvar hjálp til dagligan rakstur av køkinum.

Dámar tær at arbeiða sjálvstøðugt og í stóran mun avgera, hvussu tú skipar arbeiði? So er starvið sum køkshjálp hjá NUMO møguliga tað rætta fyri teg. Starvið er mett til umleið 20 tímar um vikuna, men tað kann avtalast nærri við rætta umsøkjaran. Tað er ein fyrimunur um umsøkjarin hevur egnan bil.

Uppgávurnar fevna um:

·         Dagligt/vikuligt innkeyp til køkin

·         Gera klárt til máltið á miðdegi og rudda av aftaná

·         Halda køksøkið reint og ruddiligt

Vit bjóða tær:

·         Stórt sjálvræði á hvussu tú skipar arbeiði

·         Eitt óformligt og vinaligt arbeiðsumhvørvi

·         Arbeiðsstað í hugnaligum hølum á Smyrilsvegi í Havn

Um NUMO

NUMO varð stovnað í 2012 og er ein grannskoðanarfyritøka. Síðani felagið varð stovnað, er felagið vaksið nógv, og telist í dag millum 3 tey størstu grannskoðanarvirkini í Føroyum. Vit eru í dag 20 starvsfólk. Meira kann lesast um felagið á www.numo.fo. 

Spurningar?

Tú skalt verða vælkomin at spyrja nærri um starvið við at venda tær til Heina Mortensen, telefon 551313, teldupost hm@numo.fo.

Umsókn

Umsókn við CV og prógvum verður at senda til hm@numo.fo.

Aftur