NUMO fer ikki í summarfrí

29 jun 2020

NUMO hevur opið sum vanligt, eisini í juli og august.

Smápartafeløg og partafeløg hava fingið longda freist at lata inn ársfrásagnir til Skráseting Føroya.

Ársfrásøgnin hjá fyritøkum fevndar av roknskaparflokki B, C, og D, sum hava roknskaparár, sum enda í tíðarskeiðinum 31. oktober 2019 til og við 30. apríl 2020, skulu vera móttikin hjá Skráseting Føroya í seinasta lagi 8 mánaðir eftir, at roknskaparárið er endað. Tó er freistin 7 mánaðir fyri fyritøkur í roknskaparflokki D.

Hetta merkir til dømis, at eitt smápartafelag, sum hevur kalendaraárið sum roknskapartíðarskeið, skal lata ársfrásøgnina fyri 2019 til Skráseting Føroya í seinast lagi tann 31. august 2020.

Vit eru at hitta á telefon 20 13 13 ella á numo@numo.fo.

Aftur