Bókhaldarar til NUMO

9 aug 2019

NUMO søkir eftir bókhaldarum til bókhaldsdeild okkara í Tórshavn at byrja 1. oktober.

Arbeiðið
Arbeiðið fevnir um alt vanligt bókhaldsarbeiði.

Førleikakrøv
Vit vænta at tú hevur royndir innan bókhald og kann arbeiða sjálvstøðugt, og ikki er bangin fyri at taka eitt eyka tak, tá ið á stendur. Ein fyrimunur er um tú hevur kunnleika við bókhaldsskipanina Navision.

Setanartreytir
Løn sambært avtalu.

Um NUMO
NUMO  er  eitt  grannskoðara-  og  ráðgevingarfelag,  sum  varð  stovnað  í  2013. Umframt  at  gera lógarbunda grannskoðan, veita vit ráð á ymsum økjum, t.d. viðvíkjandi roknskapi, bókhaldi, stovnan av virkjum, sølu/keyp/umskipan av virkjum, skattaviðurskiftum v.m. Tað starvast 18 fólk hjá NUMO.

Málið hjá NUMO er at vera í fremstu røð, tá talan er um trygga og dygga grannskoðan og ráðgeving. NUMO leggur seg eftir at vera mannað við starvsfólki, ið hava hægstu ástøðiligu útbúgvingina og røttu førleikarnar.   

NUMO hevur kjarnuvirðini trygd og dygd, og verður arbeiðið útinnt við tí neyvleika og skjótleika, sum arbeiðið krevur. NUMO vil vera kent fyri at gera tað rætta.

Umsókn

Skrivlig umsókn við møguligum prógvum og øðrum upplýsingum skal sendast til numo@numo.fo ella NUMO, Smyrilsvegur 20, Postboks 1165, FO-110 Tórshavn. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 26. august 2019.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Heina Mortensen á tlf. 551313. Fleiri upplýsingar eru eisini á okkara heimasíðu: www.numo.fo. 

Aftur