NUMO flytir í nýggj hølir í Tórshavn
5 jan 2019
NUMO hevur avgjørt at flyta í nýggj hølir í Tórshavn.
Vit flyta frá Bryggjubakka niðan á Háls. Nýggi bústaðurin er Smyrilsvegur 20. Vit byrja í nýggju hølunum mánadagin 7. januar 2019.
Við nýggju hølunum fáa okkara viðskiftafólk betri parkeringsviðurskifti og betri karmar í sambandi við fundarvirksemi o.a. Eisini fáa starvsfólkini rúmligari hølisviðurskifti. Góða gongdin hjá NUMO hevur gjørt, at vit hava sett fleiri fólk í starv.
Vit hava havt tað gott í Vágsbotni, men økingin í starvsfólkatalinum gjørdi tað neyðugt at flyta í størri hølir.
Vit vilja eisini nýta høvið at ynskja øllum eitt av Harranum signað nýggjár og takk fyri tað, ið farið er