NUMO fær nýggja heimasíðu og grafiskan samleika

5 des 2018

NUMO hevur fingið nýggja heimasíðu, og hevur eisini í hesum sambandi fingið nýggjan grafiskan samleika. Nýggi samleikin er meira einkul og nýmótans enn undanfarni, og skal ímynda, at vit koma við tí sum skal til fyri at fullfíggja heildina.

NUMO hevur havt eina heimasíðu síðan 2013, har kunnað hevur verið um viðurskifti, sum vit halda hevur áhuga fyri okkara kundar og øðrum áhugaðum. Eisini hevur heimasíðan givið møguleika fyri at fáa viðkomandi upplýsingar, so at fatur kann fáast í okkara starvsfólki.

Hvørt til sína tíð, verður sagt. Vit hildu, at tíðin var farin frá gomlu heimasíðuni og at tørvur var á at fáa dagført grafisku útsjóndina.  Í hesum sambandi varð eisini hugt eftir okkara búmerki. Gamla búmerkið var ein samanseting av grafikki og navni. Hildið varð, at nýggja búmerkið skuldi vera av slagnum “logotype”, har navn og búmerki er samanfallandi, og at búmerkið skuldi fáa ein meira nútímans dám.

Nýggja búmerkið er einkult og reint í sniði. Har er ein ‘appelsingul’ strípa yvir O’num, sum partvíst hevur ein ljósari lit. Hetta skal ímynda, at vit koma við tí, sum skal til fyri at fullfíggja heildina. At liturin er ‘appelsingulur’ vísir aftur til grafiska litin í gomlu heimasíðuni, soleiðis at søguliga sambandið er til staðar.

Nýggja heimasíðan skal framvegis veita okkara kundum og øðrum áhugaðum viðkomandi kunning eins og at veita upplýsingar um, hvussu samband fæst við okkara starvsfólk.

Aftur