HEILSU- OG VIÐGERÐARFYRITØKA TIL SØLU

2 okt 2023

Ein spennandi fyritøka, við breiðum dygdarúrvali av heilsu- og viðgerðartænastum, kann nú gerast tín.

Av serligum orsøkum verður Bailine í Tórshavn lýst til sølu.

Bailine er óivað ein tann kendasta heilsu- og viðgerðarfyritøkan í Føroyum, við nógvum árum á baki. Bailine selur tænastur til privatkundar, vinnuligar kundar í Havnini og til aðrar kundar í Føroyum. Tænasturnar fevna um hjálp til vekttap, pínulinnan, skaðaviðgerð o.a.

Við í keypinum fylgir upplæring frá seljara soleiðis, at yvirgongdin er bæði lagalig og trygg fyri kundar og starvsfólk.

Bailine heldur til í Niels Finsens gøtu 39 í Tórshavn.

Áhugaðir keyparar verða bidnir um at seta seg í samband við NUMO á tlf. 201313 | 551300 ella við at senda teldupost til ba@numo.fo.

Aftur